19-04-2012
Samferðsla komandi 12 árini
Eitt væl virkandi samferðslukervi hevur stóra ávirkan á, hvussu samfelagið virkar, hvar fólk velja at búseta seg og arbeiða, og hvar handil, vinna, skúlar og aðrar tænastuveitingar verða staðsettar. Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at dagføra Samferðsluætlanina, sum er løgd fram til 2024

Í 2007 kom fyrsta heildarætlan fyri føroyska samferðslu undir heitinum Samferðsluætlan 2008-2020.  Seinastu mánaðirnar hevur Landsverk saman við samstarvsfeløgum arbeitt við at dagføra og útbyggja hesa ætlan. Nú er fyrri partur av eini dagførdari Samferðsluætlan, sum leggur dent á mál og strategi fyri komandi 12 árini, liðugur.

Samferðsluætlanin er býtt í tveir partar fyri at leggja dent á tørvin at lýsa, hvussu heft alt virksemi í landinum er av at kunna ferðast, og hví vit eiga at hava eitt framkomið ferðslukervi.

Hesin fyrri parturin, “Strategi og Mál”, sum kann takast niður her: Samferðsluætlan Partur I.pdf(8,19 MB) , fevnir um yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgum í samferðslukervið, umframt grundarlagið undir raðfestingunum av málunum. Endamálið við hesum er at koma við einum yvirliti yvir, hvørji atlit skulu takast, og hvussu tey skulu raðfestast. Hetta fyri at kunna meta um, hvørt ein íløga er til gagns fyri samfelagið ella ikki.

Annar partur er “Íløguætlanin”, ið fevnir um tær íløgur, sum mælt verður til at gera fyri at náa teimum málum, ið sett eru í fyrra parti. Hesin partur kemur út seinnapartin av mai 2012.

Í hesum fyrra partinum eru mál sett fyri, hvat er ynskiligt í framtíðini, og hvørjar íløgur skulu til, so vit kunnu koma hartil, at alt landið er samanbundið og kennist sum ein eind. Tað vil siga, “Føroyar sum ein býur”, sum er heitið á hesum fyrra parti í Samferðsluætlan 2012-2024.

- Broytingar í ferðsluni eru í stóran mun ein fylgja av teimum avgerðum, sum verða tiknar á øðrum økjum enn samferðsluøkinum. Til dømis tá ein skúli, stovnur ella eitt virki við nógvum arbeiðsplássum verður lagt á einum staði. Tá økist ferðslan sjálvandi í hesum øki, og tað merkir í flestu førum, at broytingar ella umleggingar skulu gerast í ferðsluni, sigur Armgarð E. Steinhólm, leiðari fyri Planeindini á deildini fyri infrakervi á Landsverki.

Bústaðarmøguleikar, menning í vinnuni og almenn tænasta skulu sostatt setast í samband við ta ferðslu, sum hesi elva til. Londini, vit vanliga samanbera okkum við, hava líknandi samferðsluplanlegging fyri at hava eitt so gott samferðslukervi, sum møguligt.
Samferðsluætlanin er vorðin til í góðum samstarvi við eitt nú Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum.

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum fegnast um, at dagføringin av Samferðsluætlanini nú er komin undir land.

- Tað er at fegnast um, at ein slík heildarætlan er gjørd, tí hon er eitt gott amboð hjá øllum, sum arbeiða við planlegging innan samferðslu og fyri samfelagið sum heild. Talan er um eitt fakligt skjal, men samferðsluætlanin er sera hent hjá bæði fakfólkum og okkum politikarum, sum í seinasta enda gera av, hvar og hvussu landsins peningur verður nýttur, sigur Kári P. Højgaard, lansstýrismaður í innlendismálum.

Ætlanin er at dagføra hesa ætlan umleið fjórða hvørt ár, tí bæði umstøður og fortreytir eru undir støðugum broytingum.

Um nakar ynskir at vita meira um Samferðsluætlan 2012-2024, er viðkomandi væl komin at seta seg í samband við Armgarð E. Steinhólm, leiðara fyri Planeindini á deildini fyri infrakervi á Landsverki, fartel. 290 891.  

Úrslit: