BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
4 ár2026-2030

Sandavágshálsur – Sandavágur – Miðvágur

Núverandi støða

Verandi vegur frá landsvegnum oman fyri Fútaklett til Vatnsoyrar er 14,2 km langur, meðan vegurin frá Fútakletti til Sandavágs er 6,3 km langur.

Á teininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveir høvuðstrupulleikar hjá ferðsluni. Tann fyrri er um Sandavágsháls, har vegurin liggur høgt (220m) og er brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyra ígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági.

Í 2017 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum 1.625 akfør um samdøgrið. Millum Sandavág og Miðvág var gerandisferðslan 4.000 bilar, og millum Miðvág og Vatnsoyrar var gerandisferðslan um samdøgrið 3.100 bilar. Um árskiftið 2018 búðu 2.015 fólk í Sandavági og Miðvági, og 1.202 í bygdunum vestan fyri Miðvág; t.e. tilsamans 3.217 í oynni. Øll ferðsla til og av flogvøllinum fer eisini hendavegin, sum er ein høvuðsferðsluæðr.

Loysn 1

Sandavágstunnil

Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðri tunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur, og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan er væntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør um samdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttist við 1,4 km.

Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdur at hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Tá fer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttist við 2,3 km.

Ein annar møguleiki enn ein umkoyringarvegur er at gera ein tunnil norðan fyri Sandavág til vestan fyri Miðvág. Teinurin er 4 km og fer at kosta 320 mió. kr.

Ein tunnil norðan fyri Miðvág væntast ikki at lætta um ferðsluna gjøgnum bygdina so mikið sum ein umkoyringarvegur vildi gjørt. Tí verður ikki mælt til at gera tunnil um Miðvág.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Vatnsoyrartunnil

Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Vatnsoyrar.  Báðir munnar eru undir 100 metra hædd, og tunnilslongdin 6 km. Tunnilin væntast at hækka um ferðsluna eitt vet, tí teinurin úr Vágatunlinum til Sørvág styttist. Tað væntast at koyra 3.200 bilar um samdøgrið gjøgnum ein Vatnsoyrartunnil.

Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar styttist við 6,9 km.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Dagføring av verandi vegi

Vegurin kann dagførast við eini eyka koyribreyt til tunga ferðslu um Sandavágsháls og ferðslutrygdartiltøk gjøgnum Sandavág og Miðvág.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil.
Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til loysn 1, sum er tunnil til Sandavágs og umkoyringarvegur um Miðvág.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

315-385 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 3,7 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Tað eru ongar avleiddar verkætlanir, men verður loysn 1 vald, má vegurin á Sandavágshálsi dagførast.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

4 ár

Tilmæld tíðarætlan

2026-2030

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Tunnil til Sandavágs og umkoyringarvegur um Miðvág (Loysn 1)
  • Tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar (Loysn 2)
  • Verandi vegur, har vegurin kann byggjast út við krúpisporum (Loysn 3)
  • Tunnil norður um Miðvág
m
  • Framrokningar til 2022, har tunnil millum Fútaklett og Sandavág (Loysn 1) og umkoyringarvegur um Miðvág er gjørdur. Tað sæst, at serliga ferðslan ígjøgnum Miðvág og Sandavág minkar úr 4.000 bilum um samdøgrið, sum er talið í dag, niður á 1.200 bilar. Eitt
m
  • Framrokningar fram til 2022, har tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar er gjørdur. Afturat ferðslu úr floghavnini og Sørvági, dregur tunnilin eisini ferðslu frá vestara partinum av Miðvági. Ferðslulopið er nakað størri enn við einum Sandavágstunli, tí spa

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: