BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2022-2025

Núverandi støða

Á landsvegakervinum er ein tann ferðslutyngsti teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Ársmiðalferðslan í 2018 var 5.900 akfør um samdøgrið. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt (upp í 135 m úr havinum), og vegurin er brattur (upp til 100 ‰). Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið.

Farleiðin úr Gøtudali til Strendur, har Eysturoyartunnilin fer upp, er 23 km. Teinurin millum Gøtudal og Rókina (Saltnes) er 13 km. Tí kann roknast við, at høvuðsparturin av teimum ferðandi úr Norðuroyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði fara at nýta eystara arm av Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin. Tað er ígjøgnum Gøtugjógv, Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Ferðslumynstrið fer at broytast nógv við Skálafjørðin, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Ferðslan, sum í dag koyrir inn eftir fjørðinum, til Tórshavnar umvegis Sundalagið, fer at koyra út eftir fjørðinum ígjøgnum Eysturoyartunnilin í framtíðini. Tað merkir, at ferðslan gjøgnum Søldarfjørð, Glyvrar og Saltangará ikki skal væntast at fara at hækka so nógv í mun til dagsins ferðslu. Men í Runavík til tunnilsmunnan í Rókini fer ferðslan at vaksa munandi. Úr 3.500 upp í 7.000 bilar um samdøgrið.

Loysn 1

Tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin

Verkætlanin fevnir um 3.200 m av tunli og 400 m av vegi. Loysnin fer at stytta verandi farleið millum økið norðanfyri og vestara armin av Skálafjørðinum við umleið 10 minuttum. Úr 23 km niður á 17 km. Ferðatíðin gerst 2 min. styttri, enn um farið verður ígjøgnum Runavík, hóast teinurin umvegis Runavík er styttri, men loyvda ferðin er 80 km/t allan vegin. Tá slepst undan at koyra ígjøgnum bygt øki í Gøtu, á Skipanesi og Undir Gøtueiði. Tunnilin fer at liggja lágt, og sloppið verður undan trupulleikanum við stórum akførum um Gøtueiði.

Henda loysnin kann væntast at lætta um trýstið á vegnum á eystara armi við umleið 1.500 bilum um samdøgrið ella 20 %. Ferðslan ígjøgnum Gøtudalstunnilin væntast at liggja um 4.000 bilar um samdøgrið.

Hugleiðingar hava verið, um hendan tunnilsloysnin ikki fær tey koyrandi at velja gamla vegin um Sundalagið í staðin fyri Eysturoyartunnilin, men tað velst um prísásetingina fyri Eysturoyartunnilin. Teinurin millum Gøtudal og Hvítanes ígjøgnum Gøtudalstunnilin, umvegis vestara arm av Skálafjørðinum og Eysturoyartunnilin, fer at vera umleið 27 km langur, og fer at taka umleið 21 minuttir at koyra. Teinurin millum Gøtudal og Hvítanes ígjøgnum Gøtudalstunnilin og um Sundalagið er 51 km og tekur umleið 39 minuttir at koyra.

Við at hava tvær farleiðir til norðurøkið verður tað eisini minni viðkvæmt, um vegir eru stongdir í styttri ella longri tíðarskeið.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Ein 4,9 km langur undirsjóvartunnil úr Gøtudali undir Skálafjørðinum til Ytru Havaldará á vestara armi av Skálafjørðinum

Hendan farleiðin fer at stytta teinin millum Gøtudal og Strendur við 4 km í mun til loysn 1.
Loysnin er 500 m longri enn farleiðin gjøgnum Runavík, um koyrt verður til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin. Ferðatíðin er styttri, tí tað ikki verður koyrt gjøgnum bygt øki.

Vegurin ber tó ikki stórvegis ferðslu millum Norðuroyggjar/Fuglafjørð og Runavík sum loysn 3. Umkoyringarvegur um Skálafjørðin nýtist ikki at verða gjørdur sum avleidd verkætlan av Gøtudalstunlinum sum Loysn 1.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Ein 2,8 km langur tunnil úr Gøtudali til Skálafjørðin (Tjørnunes) og ein samanseting av einari byrging og einari 1 km (flot)brúgv til Ytru Havaldará á vestara armi av Skálafjørðinum

Hendan farleiðin fer at stytta teinin millum Gøtudal og Strendur við 5 km í mun til loysn 1.
Tá tunnilin kemur út við Tjørnunes, sleppa tey, sum skulu til Norðoyggjar, Fuglafjørð og Runavík, undan at koyra ígjøgnum Gøtugjógv og yvir Gøtueiði. Harafturat er ikki neyðugt við einum umkoyringarvegi um Skálabotn. Sí loysn 2.

Flótibrýr verða nýttar bæði í útnyrðings USA og Nordhordlandsbrua i Noregi.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 4

Umkoyringarvegur um Gøtugjógv

Til tess at sleppa undan koyring um Gøtugjógv, er ein møguleiki at leggja veg niðan um bygdina úr rundkoyringini í Gøtudali til Gøtueiði, sum hevði verið 4 km. Farleiðin fer framvegis at ganga yvir Gøtueiði í kotu 135 við einum longdarhalli upp í 85 ‰.

Ferðsla til og úr Eysturoyartunlinum verður stýrd gjøgnum Runavík og ikki eftir vestara armi av Skálafjørðinum.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil.
Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu. Tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósúbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Úrslit av ferðsluútrokningum vísa, at ferðandi úr Norðoyggjum, Fuglafirði/Kambsdali vilja koyra eftir vestara arminum á Skálafjørðinum ígjøgnum Gøtudalstunnilin. Útrokningarnar vísa, at ferðandi koyra hendavegin heldur enn at koyra ígjøgnum Runavík, tá ein ynskir at fara til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Hóast teinurin er longri, tekur tað styttri tíð at koma til Havnar eftir vestara armi.

Loysn 3 hevur teir fyrimunir, at øll ferðsla til og úr Norðoyggjum, Fuglafirði/Kambsdali, hevur møguleikan at koyra ígjøgnum tunnilin til Tjørnunes. Við hesum slepst undan at koyra yvir Gøtueiði.

Tað fer bert at vera ferðslan til og úr Gøtugjógv og Syðrugøtu, sum fær ein munandi longri túr til rundkoyringina á Skipanesi (úr 3 til 8 km) um veturin, um ikki koyrt verður um Gøtueiði.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

284-346 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,3 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Gøtudalstunnilin er ein avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum, og er serliga aktuellur, tá gjøgnumgangandi ferðslan skal leiðast eftir vestara armi á Skálafjørðinum, har vegakervið longu er fyrireikað til øktu ferðsluna. Rundkoyringin í Gøtudali er eisini fyrireikað til tunnilin.

Um loysn 1 verður vald (tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin), má ein umkoyringarvegur gerast um Skálafjørð, ið er mettur at kosta 60 mió. kr.

Um loysn 3 verður vald er vert at kanna, um umkoyringarvegur skal gerast undir Gøtueiði/Skipanes.

Verður vegaloysnin vald, ið er loysn 4, so má ein umkoyringarvegur gerast um Søldarfjørð og Glyvrar/Saltangará og Runavík.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Grót úr tunlinum kann nýtast til ein umkoyringarveg um Skálafjørð og víðkan av vegnum til Oyndarfjarðar/Hellurnar og Funningsfjørð.

Byggitíð

3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2022-2025

Seinast dagført: 09.11.2018
m
  • Tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin (Loysn 1)
  • Undirsjóvartunnil tvørtur um Skálafjørðin (Loysn 2)
  • Tunnil og byrging/brúgv (Loysn 3)
  • Umkoyringarvegur um Gøtugjógv (Loysn 4)
m
Mynd 2: Verandi ferðslutøl
m
Mynd 3: Ferðslumodellið hevur her roknað fram til 2022, har eingin Gøtudalstunnil er gjørdur. Ferðslutølini er gerandisferðsla um samdøgrið.
m
Mynd 4: Ferðslumodellið vísir bæði Gøtudalstunnil og umkoyringarveg um Skálafjørð (Loysn 1).
m
Mynd 5: Ferðslumodellið vísir Loysn 3, har ein møguligur Gøtudalstunnil er gjørdur og brúgv tvørtur um Skálafjørðin. Tað sæst, at næstan øll ferðsla yvir Gøtueiði fer ígjøgnum tunnilin, tá ferðslan millum norðurøkið og Runavíkarøkið fer um Gøtudalstunnilin. Ferðslan millum Runavíkarøkið og Skála velir nýggju brúnna fram um Eysturoyartunnilin.

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: