Hvat er ein Sóljuleið?
Ein Sóljuleið er ein náttúruvakur vegateinur ella alternativ farleið, ið leiðir ferðafólk til merkisstøð í Føroyum, har eitthvørt áhugavert er at vitja, og har ein kann koyra seint uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars.
 


Á Sóljuleiðunum ræður ikki bert um at koma fram, men eins nógv um at uppliva ferðina og landslagið, tú koyrir ígjøgnum, har tað brádliga skiftir frá stórbærum útsýni til at tú bert sært tað, sum er beint við. Ferðin á leiðini ger, at tann ferðandi fær høvi til at síggja landslagið á ein annan hátt. Eisini fær tann ferðandi møguleikan at síggja nógvar ymiskar støðumyndir upp á stutta tíð og kontrastir millum ymisk landsløg. Á leiðini upplivir tann ferðandi útsýnið frá tí opna til tað avmarkaða, tað vil siga frá panoramaútsýninum til tann tætta, lítla, vakra fossin. Ferðirnar í bili kunnu bjóða teimum ferðandi eina aðra skalauppliving, enn ein gongutúrur í fjøllunum kann. Eisini eru Sóljuleiðirnar ein fyrimunir hjá fólki við rørslutarni, sum her kunnu koyra til vøkur støð, uttan at ganga tungar túrar á haga ella niðan á fjøll.

Samanlagt 127 km av landsvegakervinum, ið er 476 km langt, eru nú Sóljuleiðir, og er hetta meira enn 25 % av øllum landsvegakervinum.  

Fleiri Sóljuleiðir og aðrar leiðir, har ferðafólk ferðast við bussi, eru tó sera illa farnar. Nógvir bussar við ferðafólki koyra á landsvegunum. Eisini koma bussar úr útlondum við Norrønu og koyra við ferðafólki kring oyggjarnar. Fleiri kamping- og tjaldbilar vitja í Føroyum, og hetta førir ofta til ferðsluruðuleikar, har hesir stóru bilarnir ikki kunnu venda ella steðga, tí vegirnir eru ov smalir og víkiplássini ov smá. Í ávísum støðum er langt at bakka hjá einum bili, bussi ella tjaldbili, tí langt er ímillum víkiplássini. Sum dømi kann nevnast, at í juli mánaði 2018, vóru tað onkrir dagar, har yvir 50 størri akfør hava koyrt aftur og fram til Saksunar, sum er ein einbreytaður vegur, har upp til 600 m eru millum onkur víkipláss. Í hesum sambandi er viðkomandi at upplýsa, at kanningar vísa, at ein bussur/lastbilur slítur vegin úr 10.000-20.000 ferðir meir enn vanligir bilar.

Endamálið við sonevndu Sóljuleiðunum er at geva teimum ferðandi góðar upplivingar. Tankin aftanfyri hetta er, at ein vegur hevur eitt virði, hóast ferðslan er minkandi, ella upprunaliga endamálið við vegnum er burtur, møguliga tí ein nýggjur vegur ella tunnil er gjørdur. Hugsanin var, at hesir vegirnir kundu nýtast á annan hátt, til dømis sum ferðafólkavegur ella súkkluvegur, uttan at hetta fór at nerva lokalu ferðsluna. 

Tað hevur víst seg, at ávísar farleiðir, ið áður vóru lágferðsluvegir, nú eru fyri so stórum trýsti, tí talið á ferðafólki í bilum er vaksið sera nógv. Á hesum vegum er neyðugt at gera gjøllar støðulýsingar, soleiðis at tiltøk kunnu setast í verk, ið kunnu lætta um trýstið. Landsverk er farið undir hetta arbeiðið, og nakrar av Sóljuleiðunum eru lýstar í hesi samferðsluætlan. Støðulýsingar, ið enn mangla og dagføringar av verandi, verða lagdar út á heimasíðuna hjá Landsverki, so hvørt sum samferðsluætlanin verður dagførd. Ætlanin er, at samferðsluætlanin verður dagførd við jøvnum millumbili.

Nakrar av avbjóðingunum við Sóljuleiðunum í dag eru:

Økt ferðslutrýst

Einbreytaðir og smalir vegir

Manglandi kunning til ferðafólk um serlig ferðsluviðurskifti í Føroyum

Manglandi støðulýsing av vegunum

Illa farin ella eingin bilverja fram við vegnum

Illa farnir vegir

Vegir við ongari vegøksl ella veikari vegøksl

Vegir uttan víkipláss ella ov langt ímillum tey. Fleiri víkipláss eru ov smá til, at 2 bussar kunnu møtast

Ferðafólk steðga mitt á vegnum fyri at taka myndir og seta seg og onnur, ið vilja yvirhála, í vanda.

Dvalarvikar og 'view points'

Í Samferðsluætlanini 2008-2020 varð peikað á nøkur landsvegastrekki við lítlari og ongari ferðslu, ið blivu útnevnd til Sóljuleiðir. Landsverk valdi hesar Sóljuleiðir í samráð við Ferðaráðið, nú Visit Faroe Islands. Ætlanin er, at Sóljuleiðirnar við tíðini fara at verða gjørdar út við dvalarvikum, víkiplássum og ”view points”, har til ber at steðga og fáa sær hvílu og njóta landslagið.
 


Ein dvalarviki er pláss at hvíla við landsvegi. Somuleiðis er ætlanin, at dvalarvikar verða bygdir út við ymsum hentleikum til ferðafólk sum til dømis við skýlum, beinkjum, borðum og ruskspannum. Skelti, sum lýsa landslagið, ella tað, sum er vert at síggja, verða sett upp. Tað mest umráðandi arbeiðið við dvalarvikunum er tí at velja støð, sum hava serligar dygdir, og sum á ymsan hátt kunnu vísa teimum ferðandi á dygdir í føroysku náttúruni.

Víkipláss eiga at verða gjørd við sokallaðum ’view points’, soleiðis at tað kann farast úr bilinum fyri at taka myndir av náttúruni. Hetta kann eggja fólki til ikki at steðga á høvuðsvegnum og soleiðis seta ferðslutrygdina í váða.

Sóljuleiðirnar

 

» Landsvegir tils: 476 km
» Einbreytaðir vegir: 168 km
» Tvíbreytaðir vegir: 308 km

 

Vegleiðing til vegagerð

Í eini roynd at fáa yvirlit yvir leiðir, ið eru beinleiðis ávirkaðar av ferðavinnuni, er neyðugt at gera støðulýsingar og –metingar av Sóljuleiðum og øðrum ferðafólkaleiðum. Í einari støðumeting av einum vegi, verða atlit tikin at eindunum og vegalutunum, ið vegurin er samansettur av. Niðan fyri eru vístir teir vegalutir, ið hava ávirkan á samlaðu støðumetingina fyri ein veg:

  • Asfalt
  • Vegøksl (slætt øki fram við vegi uttan fyri sjálva koyribreytina)
  • Parkeringspláss
  • Dvalarvikar
  • Bilverja
  • Prestar
  • Vegrist (rulluportur)
  • Vetrarhald

Niðan fyri eru myndir av tvørskurðum á vegum, har vegøksl er fram við vegnum við ávísari breidd í mun til farbreytirnar. Av tí at fleiri Sóljuleiðir og aðrir smalir vegir eru einbreytaðir, standast fleiri avbjóðingar av vaksandi ferðslu á hesum vegum í mun til tvíbreytaðir vegir, og tí kunnu vegleiðingar betra um støðuna. Niðan fyri standandi vegleiðing er gjørd við íblástri frá norskari vegagerð. Allar vegastøddir hava vegøksl, og ger tað stóran mun í sambandi við ferðslu, ið møtist á vegnum. Tá vegir verða bygdir í Føroyum í dag, vera norsku ella donsku veganormarnir brúktir vegleiðandi. Norsk viðurskifti minna um føroysk, tá talan er um vegir í brattlendi og tunnilsgerð.

 

Mynd 3: Tvørskurður á Sóljuleiðum (tvær breytir) 
 

Tvíbreytaður vegur til høga miðalferðslu
(sí mynd 3).

Tá ið ársmiðalferðslan er meira enn 4.000 bilar
og loyvda ferðin er 80 km/t, so eigur vegurin at
vera gjørdur sum ein tvíbreytaður vegur, har
farbreytin er 3 m og vegøkslin 0,75 m.



Mynd 4: Tvørskurður á Sóljuleiðum (tvær breytir)
 

Tvíbreytaður vegur til høga miðalferðslu við viðbreknum lendi (sí mynd 4).

Gjørdur til somu ferðslu sum vegurin á mynd 3.
Tá ið lendi er viðbreki (t.d. djóralív, náttúra og
umhvørvið) og kostnaðarmikið
(t.d. at tað ikki er ynskiligt at spreingja
fyri vegi, ella at fylla nógv upp),
eigur vegurin at gerast sum ein 5,5 m
breiður vegur, har hvør farbreytin er
2,75 m og vegøkslin er 0,5 m.


Mynd 5: Tvørskurður á Sóljuleiðum (einbreytaður vegur)

Vegur til lágferðslu (sí mynd 5).

Er ársmiðalferðslan minni enn 500 bilar,
kann vegurin gerast sum ein einbreytaður
vegur, sum er 4 m breiður, íroknað
0,5 m vegøksl í báðum síðum.
Á einbreytaðum vegi eiga víkipláss
at gerast við 250 m frástøðu og ongantíð
longri ímillum enn, at sýnið er frá einum
víkiplássi til tað næsta.

Seinast dagført: 07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: