25-03-2022
Sambýlið á Mýruni, Hoyvík, reist
Í dag varð sambýlið á Mýruni, ið er sambýli fyri fólk við menningartarni, reist.

Sp/f ÁTS er høvuðsarbeiðstakari í byggingini. Arbeiðið hevur gingið væl og er ætlanin, at heimið skal standa liðugt fyrst í 2023. 

Sambýlið á Mýruni er eitt sambýlið, ið er ætlað 18 búfólkum, har 12 búfólk eru í niðaru hæddini og 6 búfólk eru í ovaru hæddini. Til hvørja eind verður ein køkur/stova. Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan. Umframt búeindirnar fevnir sambýlið um felags hentleikar, so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa-/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm.

Úrslit: