06-10-2023
Sambýlið á Mýrini alment tikið í nýtslu
Ólavur Frederiksen
Móttøka var í hesum sambandi hósdagin t. 05. oktober.

Seinnapartin hósdagin 05. oktober, varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at Sambýlinum á Mýrini alment varð tikið í nýtslu.

Væl av fólkið var møtt upp til móttøkuna. Ein av røðarunum til móttøkuna var Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og segði hann millum annað:

" Her standa vit við einum bygningi, sum vit øll kunnu vera errin av, ikki minst tit, ið fara at húsast her og tit, ið varða av teimum búfólkum. 

víðari.. 

Eg kann ikki lata vera við, at nevna okkara politisku skipan, ið hevur fingið ta sera torføru uppgávu at raðfesta, hvussu okkara skattakrónur verða brúktar, har tær gera mest nyttu og gagn, fyri okkum sum búgva í Føroyum.

til seinast... 

Til seinast vil eg takka okkara egna fólki á Landsverki, Heina Egholm, Helenu Johannesen og fleiri øðrum. Eisini tykkum hjá MAP arkitektum, sum hava verið høvuðsráðgevi, saman við LBF og PB consult. Høvuðsarbeiðstakarum ÁTS og teimum undirarbeiðstakarum, ið hava hjálpt tykkum. Install, fyri alt EL-arbeiðið og Renovent fyri vatn- og ventilatiónarbeiðið. 

Enn einaferð stóra takk fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði." 

 

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið. 

 

Úrslit: