13-10-2009
Rundsýningin í Hundsarabotni
ARKITEKTURDAGURIN: Á Arkitekturdegnum fríggjadagin 9. oktober, bjóðaði Landsverk øllum áhugaðum ein busstúr niðan í Hundsarabotn. Men hvat hava arkitekturur og grótbrot við hvørt annað at gera?

Flest øll vita, hvar grótbrotið í Hundsarabotni er, tí tey so ofta hava koyrt framvið. Men tey fægstu hava tó upplivað staðið, verið inni í tí og sæð tað innanífrá.


Tú hevur ikki sæð, fyrr enn tú hevur upplivað
Tá ið Landsverk legði til rættis sína framsýning í samband við Arkitekturdagin 9. oktober, fekk onkur hugskotið eisini at bjóða øllum áhugaðum ein busstúr niðan í Hundsarabotn. "Tú hevur ikki sæð Hundsarabotn, fyrr enn tú hevur upplivað tað. Tað er altso ikki tað sama bara at koyra framvið", hevur eitt starvsfólk á Landsverki einaferð sagt um sítt serliga upplivilsi av Hundsarabotni, fyrstu ferð hon hevði verið har.

Eitt Landsverk-rúm
Tá ið fólk hava verið í Hundsarabotni og vent, er niðurstøðan vanliga tann sama. Øll eru glað fyri at hava verið har og upplivað hetta sjáldsama Landsverk-rúmið, tí tað er nakað heilt serligt at vera í hesum stóra, ógvusliga rúmi, har maskinur, bygningar, náttúran, ja alt er so nógv størri og ógvusligari enn ein sjálvur.


Tað er millum annað tað, sum tú kanst seta í samband við arkitektur - sjálvt upplivilsi av at vera í einum serligum, øðrvísi Landsverk-rúmi, sum er skapt til stórar maskinur og ikki til fólk. Har er vítt til veggja, høgt, stórir steinar á samlibandi, og tú sær hesa hugvekjandi samanrenning millum náttúru og so tað menniskjasliga inntrivið í hana.



Gongutúrur og starvsstovuprát
Aftaná framsýningina hjá Arkitektafelag Føroya á Reinsarínum fríggjadagin, fór ein bussur niðan í Hundsarabotn við fólki. Ferðaleiðari á ferðini og fyriskipari av somu, var Meduna Dalsgaard, arkitektur á Landsverki. Bussurin koyrdi fyrst heilt inn á botn í grótbrotinum, har formaðurin í Hundsarabotni, Friðjón Jacobsen og starvsstovuleiðarin, Jónleif Joensen, tóku ímóti gestunum. Síðan gekk leiðin til gongu omanaftur til skerv- og asfaltverkið. Hetta einamest fyri at uppliva hædd, vídd, landslag o.s.fr. Síðan var farið innar í starvsstovuna hjá Landsverki í Hundsarabotni, har Jónleif Joensen, starvsstovuleiðari, vísti á ymiskt áhugavert, millum annað hvussu tey kanna slitstyrkina á gróti.


Ætlanin var at hyggja seg meira um úti, men tað var ov nógvur vindur hendan dagin til at fara upp í hæddirnar, sum ætlanin var. Vitjanin í Hundsarabotni tók umleið 1½ tíma og so var koyrt aftur til Havnar og steðgað uttan fyri Landsverk á Tinghúsvegi 5, har fólk so kundu fara inn at síggja framsýningina á Landsverki og fáa sær ein kaffimunn.

Úrslit: