Í dag, hósdag 15. juli kl. 16.30, fer fram teknisk avhending av arbeiðnum at gera rundkoyringina við Hvítanesvegin/Vegin Langa. Rundkoyringin, sum lýkur tey nýggjastu krøvini til rundkoyring á landsvegi, verður tikin alment í nýtslu í dag.
Ein loysn á ferðsluviðurskiftunum í hesum øki hevur leingi verið í umbúna. Fyri at tálma ferðini og skipa ferðsluna og harvið skapa tryggari umstøður fyri bæði gongufólk og akfør, fór Landsverk undir at gera hesa rundkoyring við einum gonguteigi tvørtur um Hvítanesvegin í nov. 2003. Arbeiðið hevur gingið eftir ætlan.
Avtalað er, at Tórshavnar kommuna skal gera eina gongugøtu av Hvítanesi og niðan í rundkoyringina serliga ætlað skúlabørnum á Hvítanesi, sum hava sína dagligu gongd yvir um Hvítanesvegin fyri at koma í skúla í Hoyvík.
FAKTA:
Prosjekterað hevur: Verkfrøðingastovan
Arbeiðstakari: Sp/F Maskinkoyring v/Karl Patursson
Eftirlit: Landsverk
Rundkoyringar á landsvegi:
Runavík : 1990
Kollafirði: 1992
Norðskála : 1993
Skipaneskrossin/Gøtueiði: 2003
Hvítanesvegurin/Vegurin Langi: 2004
Í meðal koyra 7500 akfør um samdøgri eftir Hvítanesvegnum.