08-01-2010
Rumlufoyrur roynast væl

Góðu royndirnar við rumlufoyrum á Kaldbaksvegnum hava fingið Landsverk
at halda fram við hesum trygdarátaki á øðrum ferðslutungum vegateinum

FERÐUSLUTRYGD: Tað er ongin ivi um, at royndirnar við sokallaðum rumlifoyrum á vegmiðjaðaranum og við vegkantin á ferðslutungum teinum á landsvegnum, hava roynst sera væl. Eftir nøkur álvarslig ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum fyri nøkrum árum síðani, kannaði Landsverk, hvørjir møguleikar vóru at seta átøk í verk, sum kundu økja um ferðslutrygdina á hesum vegateinum. Hetta var í 2007. Loysnin gjørdist rumlifoyrur, sum verða fresaðar niður í asfaltið. Royndin við hesum eydnaðist so mikið væl, at Landsverk rættiliga skjótt tók avgerð um at halda fram við rumlifoyrum á øðrum ferðslutungum teinum. Eisini hevur tað víst seg, at bilførarar sum heild hava tikið sera væl undir við hesum ferðslutrygdarátaki.

Fyrsti teinurin, har hildið varð fram við at gera rumlifoyrur, var úr norðara munna á Kollafjarðartunlinum oman móti rundkoyringini í Kollfjarðardali, ið er 1,6 km til longdar. Síðani varð farið undir vegateinin millum Sandvíkarhjalla og Sund, sum er 4,6 km til longdar, og harnæst teir 0,7 km í Leynatunlinum og ein 5,6 km langan tein frá rundkoyringini í Kollfjarðardali til tunnilsmunnan við Vágatunnilin. Síðani stóð Kollfjarðartunnillin, ið er 2,8 km til longdar, fyri tørni. Seinasti teinurin, ið higartil er gjørdur, er millum rundkoyringina oman fyri Norðskála til vegamótið í Skálabotni.

Í 2009 vóru tilsamans 500.000 krónur settar av til rumlufoyrur. Í ár er samlaða játtanin til ferðslutrygdarátøk skerd úr 7,5 mió. krónum niður í 3,0 mió. krónur.

Tey, sum vilja vita meir um ferðslutrygdarátøk, kunnu venda sær til Mikkel Heide Frandsen, leiðara á plan- og prosjekteindini á Landsverki, á tlf. 540 882, ella til kunningardeildina á tlf. 540 804 og 540 805.

Úrslit: