02-07-2010
Roykur í Kollfjarðartunlinum

Beint áðrenn klokkan átta í morgun fekk Landsverk boð frá Løgregluni um, at nógvur roykur var í Kollfjarðartunlinum. Nakrir bilførarar høvdu ringt á støðina og boðað frá, at teir máttu venda útaftur, tí har var ikki koyrandi fyri royki.

Tað vísti seg, at roykurin stavaði frá einum lítlum lastbili, sum var á veg suðureftir. Løgreglan hevði eisini boðað brandstøðini frá, men áðrenn brandfólk vóru á veg norður, hevði bilførarin á lastbilinum sett seg í samband við løgregluna og greitt frá, hvat var hent. Hann upplýsti, at tamarhald tá var á støðuni.

Sambært bilføraranum gjørdist hann varugur við royk úr motorrúminum, tá hann var komin inn í tunnilin. Hann gjørdi tí alt fyri at koma út sum skjótast, ístaðin fyri at steðga bilinum í tunlinum. Útkomin steðgaði hann og sløkti motorin, sum tá var so heitur, at eldur var um at koma í. Bilurin kølnaði tó skjótt aftur, og tí var ikki neyðugt við brandsløkking.

- Eftir fráboðanina sendu vit beinanvegin fólk á staðið, sum tendraðu vifturnar í tunlinum. Roykurin hvarv skjótt eftir hetta, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Sjálvt um hetta var mitt í meldurtíðini, tá fólk eru á veg til arbeiðis, so stóðst – sambært Løgregluni – ikki tann stóri ferðsluampin av hendingini.

Um onkur hevur spurningar til hetta málið, kann viðkomandi seta seg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, á tlf. 290 881 ella venda sær til kunningareindina á tlf. 290 804.

Úrslit: