23-01-2019
Roknskaparligar mannagongdir á Landsverki eru tryggar
VERKÆTLAN: Seinastu tíðina er í fjølmiðlunum sett spurnartekin við innanhýsis mannagongdir á Landsverki í sambandi við rokningar, sum viðvíkja verkætlanini, Glasir. Víst verður á, at tað liggja rokningar aftur til 2015. Tað er rætt, at ein ógoldin rokning frá 2015 liggur í almennu gjaldsskipanini. Tó er orsøkin til hetta ósemja um støddina á rokningini, ið er partur av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG Verk.

Málið um Glasir og stovnin Landsverk hevur fylt nógv í miðlunum í longri tíð. Atfinningarnar fevna nú ikki bara um verkætlanina Glasir, men skola inn yvir allan stovnin Landsverk. Núverandi leiðsla á Landsverki ynskir við hesi viðmerking at lýsa verandi støðu stutt og greitt, soleiðis sum leiðslan sær málið og tær atfinningar, ið eru settar fram.

Landsverk er ein 70 ára gamal stovnur, sum fevnir um eitt sera fjølbroytt og eisini væl virkandi virksemi kring landið. Tað harmar núverandi leiðslu og øll starvsfólk á Landsverki almikið, at stovnurin er komin í hesa vanlukkuligu støðu við verkætlanini Glasi. Øll starvsfólk, ið hava arbeitt við hesi verkætlan hava gjørt sítt allarítasta fyri at koma á mál við verkætlanini til ásetta upplatingardagin, sum var 9. august 2018. At fíggjarliga yvirlitið hvarv móti endanum í byggitilgongdini, er ein staðfesting, vit nú mugu fyrihalda okkum til, liva við, læra av og skjótast fáa í rættlag.  

Í fjølmiðlunum í gjár var ført fram, at rokningar í sambandi við verkætlanina liggja og flóta runt á Landsverki. Hetta gevur eina sera ørkymlandi mynd av fíggjarstýringini og galdandi mannagongdum á hesum øki á Landsverki, og leiðslan vil staðiliga afturvísa hesum.

Allar rokningar hjá tí almenna koma inn ígjøgnum roknskaparskipanina hjá landinum og verða síðani fluttar til Landsverk. Rokningarnar eru sostatt skrásettar í almennu gjaldsskipanini, sum er ein trygg skipan, ið allir almennir stovnar undir landinum nýta. Tá rokningarnar eru góðkendar, verða tær goldnar beinanvegin. Liggja tær ov leingi í skipanini, verða áminningar sendar rætta viðkomandi um at vátta rokningarnar.

Í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og upphæddin samsvarar veitingini. Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis orsakað av áðurnevndari ósemju millum byggiharra og veitara. At rokningar liggja og flóta runt á Landsverki, og at deildarleiðarar og leiðsla ikki vátta rokningar, er tikið úr bláari luft og hevur einki samband við veruleikan. Rokningarnar liggja júst har, tær skulu. Sostatt liggja ongar rokningar, sum við vilja ella orsakað av óskili ikki eru goldnar.

Núverandi leiðsla á Landsverki arbeiðir av øllum alvi við at fáa eitt samlað yvirlit yvir fíggjarliga partin í hesi verkætlan og við at fáa avstemmað rokningar í mun til tað, sum er umbiðið og gjørt. Harafturat er samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum.

Sum virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, vísti á í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi týsdagin, er fult yvirlit yvir tær rokningar, sum eru komnar til Landsverk eftir avhending, og hesar eru skrásettar í almennu gjaldsskipanini. Óvissan, ið enn er, snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, ið Landsverk sum byggiharri ikki hevur roknað við, og sum núverandi leiðsla ikki er vitandi um. Eingin í verandi leiðslubólki á Landsverki hevur verið beinleiðis partur av hesi verkætlan ella luttikið á nøkrum mánaðarligum fundi millum Landsverk og Mentamálaráðið um byggiverkætlanina Glasir, og hava tí ikki havt neyðuga innlitið í verkætlanina.

Orsakað av hesum hevur tað tikið tíð at fáa fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna í sambandi við verkætlanina.
 

Úrslit: