VERKSTOVA: Danskir skúlaleiðarar, sum herfyri vitjaðu í Føroyum, vóru sera hugtiknir av ætlaða Skúladeplinum við Marknagil. Á eini verkstovu fyri fólki, sum arbeiða við størstu byggiætlan í Føroya søgu, greiddu donsku gestirnir frá teirra royndum við opinleika í miðnámsskúlaumhvørvinum.
Fyri smáum tveimum vikum síðani skipaði Landsverk fyri verkstovu í hølunum hjá Kaffihúsinum í Vágsbotni, har evnið var innrætting og læring í komandi skúladeplinum í Marknagili. Tað er bygginevndin fyri Marknagil-verkætlanini sum tók stig til verkstovuna. Ein rektari, ein vararektari og ein útbúgvingarleiðari á Miðnámsskúlum í Danmark vóru á vitjan og greiddu frá, hvussu undirvísingin á teirra miðnámsskúlum fer fram.
Talan var um Allan Kjær Andersen, sum er rektari á Ørestad Gymnasium, ið er ein nýggjur og sera nýmótans miðnámsskúli í Keypmannahavn, Lise Hansen, sum er vararektari á Egaa Gymnasium, somuleiðis eitt heilt nýtt gymnasium og Suzanne Søderberg, ið er útbúgvingarleiðari og verkætlanarleiðari fyri útbyggingina av Roskilde Tekniske Skole.
Endamálið við verkætlanini var at fáa lýst hvørjar møguleikar og avmarkingar eru í ávíkavist traditionellum, lukkaðum og í opnum læringsumhvørvi. Donsku gestirnir vóru sera hugtiknir av ætlaða skúladeplinum í Marknagili.
Umframt teir tríggjar donsku skúlaleiðararnar luttók Helle Drews, fysioterepeutur á Sernámsdeplinum, við einum ein fyrilestri, sum hon kallaði “Sanser og stimuli”. Finn Nørgaard, arkitektur frá BIG, ið saman við Fuglark vunnu kappingina um at tekna og projektera Marknagilsdepilin, greiddi frá projektinum, sum er størsta byggiætlan í Føroya søgu. Harafturat luttóku umboð fyri Mentamálaráðið og teir tríggjar skúlarnar, ið skulu húsast í nýggja skúlanum. Teir eru Handilsskúlin, Studentaskúlin og Tekniski Skúli.
Um nakar vil vita meira um rektaravitjanina, kann viðkomandi venda sær til Ole Jensen, arkitekt á Landsverki, tlf. 290875, ella til kunningareindina á tlf. 290804 / 290 805.