21-10-2008
Regin boðar frá koyrilíkindunum
HÁLKUSAMSKIPARIN: Regin Árting hevur sent sína næstu hálkufráboðan út hesumegin summarferiuna. Sambært DMI verða helst aftur í morgin boð eftir Regini og hinum ábyrgdarfólkunum í vetrarhaldinum hjá Landsverki

Vit kenna tær øll. Fráboðaninar í Útvarpinum um, at nú mugu vit ansa eftir, tí at koyrilíkindini eru vánalig. Er tað nakar stovnur, ið røkkur út í hvønn krók í landinum so er tað Landsverk. Og maðurin sum í mong ár hevur havt ein lyklaleiklut í vetrarhaldinum er Regin Árting.

Ì morgun, týsdagin 21.oktober, sendi hann sína næstu fráboðan út hesumegin summarferiuna. Tað var hált á Oyggjarvegnum og kundi eisini vera hált aðrastaðni í landinum.

- Mær dámar hetta arbeiði sera væl. Vit hava eitt gott team, sigur Regin, sum er gamal í garði á Landsverki.

Storno er lívæðrin

À skrivstovuni á Tinghúsvegnum í Havn hevur hann bæði fastnettelefon og fartelefon, so at hann kann samskifta við ábyrgdarmenninar, sum skipa fyri vetrarhaldinum kring landið. Men fyrst og fremst eru teir tríggir Storno-sendararnir lívæðrin í samskiftinum. Teir virka altíð.

Vanligar hálkudagar hevur Regin samband við menninar kring landið tríggjar ferðir um dagin. Gerandisdagar kl. 6.00, 11.00 og 16.00, og sunnu- og yrkadagar kl. 8.00, 12.00 og 17.00.

Fráboðanirnar verða sendar út so skjótt Regin hevur fingið boðini inni. Eru umstøðurnar ringar er sambandið títtari.

Tað er um kvøldið at støða verður tikin til, um farast skal út á vegirnar morgunin eftir. Teir meta um støðuna eftir veðurkortum frá danska veðurstovninum DMI. Farið verður út longu kl. 5.00 og tá situr Regin eisini mangan klárur við Storno-sendararnar á Tinghúsvegnum.



105 hálkudagar

- Nógv eru fødd sum B-menniskju, men mann kann saktans venja seg við at fara tíðliga upp um morgnarnar, skemtar Regin Árting og peikar í yvirlitið yvir hálkudagarnar, sum hann hevur verið við til at savna saman millum ár og dag.

Vanliga byrjar hálkutíðin í oktober, og endar í apríl ella mei. Í ár var fyrstu hálkudagurin 3. oktober. Onkuntíð hevur tað verið nakað fyrr. Ì fjør var tað t.d. 26.september. Í 1990 var fyrsti hálkudagur longu 20.september. Seinasta vetur vóru tilsamans 112 hálkudagar í yvirlitinum hjá Regini og teimum í vetrarhaldinum.

- Men tað er ikki tað mesta.Vit hava verið uppi á 135 hálkudøgum onkuntíð, sigur Regin Árting.

Tá ið frosturin bítur er nógv at gera. Tá vegirnir verða ruddaðir fyri kava og saltaðir er Regin ein týðandi millumstøð við Storno-sendararnar, sum gera, at allir menninir úti á vegnum kunnu hoyra hvønn annan samstundis.

- Eg vil ikki siga at eg eri samskipari, men eg eri so eitt millumlið í sambandi við kavaruddingina, sigur hann lítillátin og peikar á veðurkortini frá DMI fyri mikudagin 22.oktober.

Hann lovar aftur kulda komandi nátt og so verður tað helst klárt í veðrinum. Sostatt bendir alt á, at tað aftur verða boð eftir Regini Árting í morginárið.

Úrslit: