Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
• 2,5 km av nýggjum vegi
• Nýggja brúgv um Fjarðará
• Rundkoyring til íbinding í veg millum Fjarða
• Íbinding við atkomuvegi úr Skálafirði í nýggja Skálavegin
• Pendlarapláss
Fylgjandi viðurskifti verða tikin við í metingina av einstaka tilboðnum:
• Samsýningin til heildarráðgevan
• Hvussu projekteringin verður framd
• Bygnaður hjá ráðgevarafyritøkuni
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn
mánadagin 16. mars 2009 kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá hósdegnum 26. februar 2009 við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
lv@lv.fo
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 2.000, ið verða at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina