Fleiri hundrað fólk vóru komin saman mitt í bygdini í Leirvík, tá fyrst Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum, eins og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nýtti høvið at líta aftur á truplu tilgongdin og klipti snórin.
Síðani koyrdu motorsúkklur frá MC felagnum í Eysturoy eftir nýggja vegnum við rennarum í hølunum, og í hølunum á teimum koyrdu brandbilar.
Síðani varð farið í bátasavnið, har Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, helt røðu, og vartað varð upp við øllum góðum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur júst fingið handað ein grindaknív frá Ewaldi Kjølbro, stjóra á Landsverki, og er í ferð við at klippa - ella rættari - skera snórin av. Harvið er Fjøruvegur í Leirvik alment tikin í nýtslu.