Farið verður nú undir arbeiðið at projektera eina leinging av portalinum til Hovstunnilin við norðara tunnilsmunna, t.v.s. Øravíkarmegin.
Norðari portalurin er ov stuttur. Hetta var staðfest, tá ið arbeiðið at gera tunnilin var liðugt.
Neyðugt er at leingja portalin, so at lendið kring tunnilismunnan ikki verður so bratt sum nú. Hetta er bæði fyri útsjóndina av tunnlinum og trygdina.
Sum er, er portalurin einar 15 metrar, men ætlanin er at gera hann umleið dupult so langan, so at lendið kring tunnilsmunnan fær eitt lagaligari hall.
Farið verður undir at projektera nýggja portalin hendan mánaðin, og síðani verður arbeiði boðið út.
Landsverk roknar við, at arbeiðið at gera tann longda portalin verður liðugt einaferð seinni í ár.