11-05-2022
Príshækkingar og veitingartrygd
Landsverk boðar frá príshækkingum í asfaltframleiðsluni.

Asfalt: Príshækkingar og veitingartrygd

Prísurin á asfaltinum hækkar í næstum og avbjóðingar við at fáa fatur á útlendskum skervi ávirkar veitingartrygdina á asfalti.

 

Príshækkingar

Prísurin á asfalti kemur at hækka medio juni og aftur medio august vegna hægri framleiðslukostnað.

 

Prísurin á ljósa útlendska skervinum, sum verður brúktur í asfaltinum, er longu hækkaður 12-15%.

 

Marknaðarprísurin á bitumen er hækkaður 200 USD/tons síðani vit seinast fingu bitumen, í september 2021, umframt at fraktprísurin eisini er hækkaður nógv. Næsta bitumenveiting verður nú í juli, og vita vit endaliga prísin á bitumen í august.

 

Hægri oljuprísir ávirkað eisini kostnaðin at framleiða asfalt.

 

Tilsamans merkir hetta, at vit kunnu vænta at asfaltprísirnir í miðal hækka 5% í juni og 10-15% í august, um bitumenprísurin ikki hækkar nógv meiri.

 

Veitingartrygd

Tað hevur eisini víst seg, sum í so mongum øðrum vinnum, at verða alsamt truplari at fáa fatur á tilfarið. Herfyri lá asfaltframleiðslan still, tí lagrini av sandi vóru uppi, vegna seinkingar í sand- og skervveitingunum.

 

Higartil er bert framleitt asfalt við útlendskum skervi á Sundi. Tað ger framleiðsluna serliga viðkvæma, í mun til veitingartrygdina hjá okkara veitarum.

Í Hundsarabotni, har skervverk og asfaltverk hanga saman, verður framleitt við føroyskum skervi. Við nýggja flytføra skervverkinum, fara vit nú í Porkeri í holt við fyrstu royndirnar at framleiða føroyskan skerv til asfaltverkið á Sundi.  Hettar hevur sjálvsagt eina innkoyringartíð, og verður tað ikki beinanvegin vit kunnu framleiða asfalt við føroyskum skervi á Sundi.


Føroyskur skervur

Í mun til í fjør, er partur av skervinum, ið Landsverk framleiðir, vorðin bíligari. Hettar letur seg gera, tí vit eru í ferð við at flyta okkum frá at framleiða við trimum staðsettum verkum, sum eru gomul og dýr at viðlíkahalda, til eitt nýtt flytført skervverk, sum tilsamans er bíligari at reka og endurnýggja.

Úrslit: