30-11-2022
Príshækkingar í grótbrotunum 1. januar 2023
Grótbrotið í Hundsarabotni
Sum nærum allar aðrar vinnur, merkja vit eisini at kostnaðarstøðið á vørum og tænastum er hækkað nógv síðani kríggið brast á í Ukraina í februar í ár.

Í grótbrotunum kring landið er tað serliga prísurin á diesel og spreinging sum ávirka framleiðslukostnaðin.

Eisini er prísir á maskinum til skervframleiðslu hækkaður nógv.

Alt hetta merkir at vit pr. 1. januar hækka prísirnir á skervi og gróti í grótbrotunum hjá okkum í Porkeri, í Hundsarabotni og á Hústoft.

Prísurin á skervi hækkar umleið 7 %.

Prísurin á gróti hækkar nakað meir, 10-30 % alt eftir hvussu stórt grót talan er um.

Príslisti galdandi frá 1. januar 2023 kann heintast her.

Úrslit: