STØÐULÝSING: Trý umboð fyri danska ráðgevingarfyritøku fara tær næstu vikurnar at skráseta hvussu prestagarðarnir í Føroyum eru fyri. Ein frágreiðing skal staðfesta tørvin á ábótum
Trý fólk frá donsku ráðgevarafyritøkuni Bascon eru komin til Føroya. Landsverk hevur sent boð eftir teimum. Uppgávan er at meta um í hvørjum standi prestagarðarnir eru.
Tá fólkakirkjan varð yvirtikin komu prestagarðarnir eisini á føroyskar hendur. Í hesum sambandi hevur bygningadeildin á Landsverki fingið í lut at halda bygningarnar viðlíka.
Nú er so ætlanin at skráseta og støðumeta bygningarnar og út frá hesum verður skrivað ein frágreiðing. Hendan frágreiðing fer at lýsa hvat ið er neyðugt at gera við prestagarðarnar, nær arbeiðið skal gerast og hvussu nógv tað fer at kosta.
Upplýsingarnar verða skrásettar í einum dátugrunni hjá Landsverki yvir rakstur og viðlíkahald av almennum bygningum.
Tvinnanda orsøkir eru til at valið fall á fyritøkuna Bascom. Landsverk hevur ikki orku at taka sær av uppgávuni. Harafturat er tað júst Bascon, sum hevur ment dátugrunnin hjá Landsverki, og tí var valið sjálvsagt.
19 prestagarðar eru í landinum. Tað búgva fólk á øllum gørðunum, uttan honum á Tvøroyri, sum ikki hevur bústaðarskyldu.
Tað er ógvuliga misjavnt í hvørjum standi teir ymsu prestagarðarnir eru. Men hvussu støðan er fæst meira at vita um, tá ið støðulýsingin verður liðug fyrst í næsta ár.