Uppgerðin vísir hvussu nógvur peningur, sum skal brúkast til átrokandi viðlíkahald, so at bygningarnir ikki farast av misrøkt. Hinvegin sigur metingin einki um hvussu nógv tað t.d. fer at kosta at nútímansgera bygningarnar. Tann rokningin verður størri.
19 prestagarðar eru í landinum. Danska ráðgevarafyritøkan Bascon A/S hevur kannað 18 teirra fyri Landsverk.
16 milliónir
Gjørd er ein langtíðarætlan fyri viðlíkahaldið. Hon vísir, at tørvur er at viðlíkahalda bygningarnar fyri tilsamans 16,4 milliónur krónur tey næstu 20 árini. Mesti peningurin skal nýtast tey fyrstu 10 árini.
Misjavnt er hvussu stórur tørvurin er á átrokandi viðlíkahaldi. Upphæddirnar eru úr 370.000 krónum upp í 2 milliónur krónur. Á seks av prestagørðunum er viðlíkahaldstørvurin omanfyri eina millión krónur í 20 ára skeiðnum, sum Bascom A/S hevur sett upp.
Àbøtur fyri neyðini
- Fleiri prestagarðar eru í nøktandi standi sum prestabústaðir, men meginparturin hevur tørv á ábótum, og summir hava stóran tørv, um teir skulu kunna virka sum nútímans prestabústaðir, sigur Ole Jensen, arkitektur á Landsverki