Útbjóðandi myndugleiki
Landsverk
Tinghúsvegur 5
FO-110 Tórshavn
www.landsverk.fo
lv@lv.fo
Landsverk er byggiharri fyri almennar uppgávur, og henda verkætlan verður útboðin vegna Mentamálaráðið.
Mannagongd fyri útbjóðing
Innboðin lisitatión í høvuðsentreprisu í prekvalifikatión. Ætlandi verður heitt á 4-6 tilboðsgevarar at bjóða.
Lýsing av verkætlanini
Verkætlanin umfatar ein fiskivinnuskúla, ið skal byggjast á økinum við ferjuleguna í Vestmanna við plássi fyri 100 næmingum, tilsamans umleið 1.300 m2. Boðið verður út í høvuðsentreprisu.
Umbøn um luttøku
Umbønin skal sendast til Landsverk ella umvegis teldupost til lv@lv.fo
Áheitanin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. mars, 2007.
Áheitan um luttøku
Áheitanir um at geva tilboð verða sendar út saman við útbjóðingartilfarinum um miðjan mars 2007.
Samtøk og felagsskapir
Allir luttakarar í einum samtaki ella líknandi felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri felags hefting og ábyrgding fyri sáttmálanum. Felagsskapir og samtøk skulu harafturat frammanundan tilnevna ein umboðsmann við skjalprógvaðari fulltrú til, vegna felagsskapin ella samtakið, at tekna bindandi avtalur við byggiharran.
Upplýsingar at nýta til prekvalifikatiónina
Umsøkjarar skulu saman við eini umbøn um luttøku senda hesar upplýsingar:
Upplýsingar um arbeiðstakarans egnu viðurskiftir og tær neyðugu upplýsingarnar og formleikarnar til meting av tí kravdu minstuorku av búskaparligum, fíggjarligum og tekniskum slagi.
Upplýsingar um bygnaðin hjá fyritøkuni, herundir møguligt samband við móðurfelag.
Stutt lýsing av, hvussu uppgávan verður loyst. Dentur verður lagdur á leiðslu og stýring, logistikk, byggitíð, trygging av tilfarsveitingum og góðskutrygging.
Váttan ella trúnaðarváttan um, í hvønn mun arbeiðstakarin hevur ógoldnað skuld til tað almenna, ið er fallin til gjaldingar.
Avrit av viðkomandi vinnulívstrygging, upplýsing um eginpening og javna í roknskapi, tá ið søkt verður, saman við váttan av samlaða umsetninginum í meðal seinastu trý árini.
Upplýsing um árliga meðaltalið av fólkum í starvi hjá fyritøkuni.
Ummæli frá samsvarandi uppgávum.
Lívsgongdarlýsing (CV) hjá lyklafólkum, ið verða sett á hesa uppgávu.
Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og heilsuskipanir, umframt umhvørvisstýrisskipanir hjá fyritøkuni.