Landsverk er byggiharri fyri almennar uppgávur, og henda verkætlan verður útboðin vegna Stýrið fyri Norðurlandahúsið.
Ætlandi verður útbyggingin framd í partnering. Samráðingar verða við áhugaðar arbeiðstakarar um luttøku í byggingini, grundað á byggiprogramm. Brutto fíggjarkarmurin er 13,5 mió. kr. Arbeiðið skal verða liðugt 1. mars 2008.
Lýsing av verkætlanini
Norðurlandahúsið hevur ætlan um at víðka um verandi hølisviðurskifti við einum 270 m2 stórum tilbygningi í tveimum hæddum ætlaður ráðstevnum, framsýningum v.m.
Umbøn um luttøku
Umbønin skal sendast til lv@lv.fo ella:
Landsverk
Postboks 78
Tinghúsvegur 5
FO-110 Tórshavn
Áheitanin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. september 2006.
Samtøk og felagsskapir
Allir luttakarir í einum samtaki ella líknandi felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri felags hefting og ábyrgd fyri sáttmálanum. Felagsskapir og samtøk skulu harafturat frammanundan tilnevna ein umboðsmann við skjalprógvari fulltrú til, vegna felagsskapin ella samtakið at tekna bindandi avtalur við byggiharran.
Upplýsingar at nýta til prekvalifikatiónina
Umsøkjarir skulu saman við eini umbøn um luttøku senda fylgjandi upplýsingar við: