06-01-2010
Portalurin í Hovstunlinum komin væl áleiðis
TUNNILSARBEIÐI: Arbeiðið at leingja portalin í Hovstunlinum er komið væl áleiðis. Tó er ein feilur í betongelementunum, sum ger, at broytingar skulu gerast. Hetta kemur tó ikki at seinka arbeiðinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt til várs

Portalurin við norðara tunnilsmunnan í Hovstunlinum - tað er Øravíkarmegin - er komin upp at standa, og arbeiðið hevur gingið skjótari enn væntað. Ein minni feilur í konstruktiónini av betongelementunum ber tó í sær, at rættingar skulu gerast. Orsøkin er, at føturnir á elementunum høgrumegin, tá koyrt verður inn í tunnilin, eru ov høgir, og tí er neyðugt at skera av teimum. Hetta kemur tó ikki at seinka arbeiðinum, sum væntandi verður liðugt til várs.

Norðari portalurin var einar 15 metrar til longdar og hevur alla tíðina verið ov stuttur. Hetta var longu staðfest, tá ið arbeiðið at gera tunnilin var liðugt. Neyðugt var tí at leingja portalin til umleið tað tvífalda, so at lendið kring tunnilsmunnan fekk eitt lagaligari hall. Hetta verður gjørt fyri at tryggja sjálva innkoyringina til tunnilin, men eisini fyri útsjóndina.


Ferðslan nakað tarnað
Arbeitt hevur verið við at finna eina skjóta og góða loysn til hesa verkætlan fyri at tarna ferðsluni í økinum minst møguliga. Landsverk valdi tí at nýta forgjørd elementir til endamálið, sum taka nógv styttri tíð at seta upp.

Hovstunnilin hevur verið stongdur í tvey døgn og nakrar fáar nætur í mun til vikuvís, um arbeiðið ikki varð gjørt á henda hátt.

Í løtuni verður ikki arbeitt orsakað av kava.


Hendan myndin varð tikin fyrst í desember, tá seinasta elementið varð lagt á portalin. Tá betongarbeiðið er endaliga liðugt skal fyllast upp oman fyri portalin. Hesin parturin av arbeiðinum verður liðugur til várs.

Úrslit: