Hagtølini vísa, at nógv ferðsluóhapp henda og at summi fáa klipp í koyrikortið, tí at tað er ov stutt millum bilarnar.
Seinastu fimm árini eru umleið átta prosent av øllum óhappum á landsvegnum, har politifrágreiðing er skrivað, hend, tí at tað hevur verið ov stutt millum bilarnar.
Fyri at varpa ljós á vandamálið og at bøta um ferðslutrygdina fer Landsverk nú undir eina royndarverkætlan við vegaskeltum og pílum, ið verða málaðir á vegbreytina, sum skulu tryggja, at bilførararnir halda tað neyðugu frástøðuna.
Alt bendir á, at vegurin Millum Fjarða er millum tey vegastrekki í landinum, har flestu óhappini av hesum slagi henda. Tí hevur Landsverk avgjørt at royna verkætlanina á hesum vegastrekki.
Gongst sum ætlað verða vegmerkingar og vegaskelti liðug einaferð seinni í hesi vikuni.