Píkadekkini skulu av í seinasta lagi hósdagin 30. apríl. Brýtir tú kunngerðina um píkadekk fær tú bót.
300 kr. fyri dekkið er kostnaðurin, um tú koyrir við píkum eftir 30.apríl. Eru píkar á tveimum dekkum kostar gáloysnið 600 kr. Eru píkar á trimum ella øllum fýra dekkum er kostnaðurin eisini 600 kr.
Sambært politinum er tað rættuliga vanligt at fólk koyra framvið 1. mai, uttan at taka píkadekkini av. Tað kemur enntá fyri, at fólk verða tikin fyri at koyra við píkadekkum á hásumri, upplýsir politistøðin í Havn.
Reglurnar um píkadekk eru ásettar við kunngerð, sum staðfestir, at loyvt er ikki at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeið, tá hálka er.