VETRARFERÐSLA: Hálkan kemur ofta heilt óvart á okkum. Knappliga ein morgun er svartakálk á vegnum í lýsingini. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Ein nýggj svensk kanning staðfestir, at píkadekk minka um vandan fyri deyðsvanlukkum í hálku við heili 42 %.
Ein nýggj kanning, sum Trafikverket og Vectura í Svøríki hava staðið fyri, vísir nú, at samlaða talið av deyðsvanlukkum í vetrarferðsluni er 42% lægri, um bilar uttan ESP* (anti spinn) eru skøddir við píkadekkum í hálku, samanborið við, um bilurin er skøddur við vanligum vetrardekkum.
Vandin fyri deyðsvanlukkum á vegunum í hálku fellur somuleiðis við 32%, um bilurin hevur ESP - óansæð, um bilurin er skøddur við vetrardekkum ella píkum.
Tað er ikki staðfestur munur á, hvørji dekk eru tey røttu at nýta (vetrar ella píkadekk), um tað ikki er hált á vegnum, t.e. um vegurin er turrur ella vátur. Kanningin, sum byggir á greiningar av deyðsvanlukkum í ferðsluni vetrarnar 2000-2009, kann heintast her
Mest vetrardekk í Føroyum
Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar í Føroyum, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Øll vetrardekk eru betri enn summardekk um veturin, tí summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari sum harðnar, tá ið tað er kalt. Tí eiga øll at nýta vetrardekk ella píkadekk, tá ið vit nærkast kuldastigunum. Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá:
16. oktober til 30. apríl.
Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar uttan fyri nevnda tíðarskeið teir dagar, ið hálka er.
Fá koyrilíkindiini umvegis landsverk.fo, wap ella útvarp
Møguleikarnir at fáa koyrilíkindini ella upplýsingar um veðrið frá Landsverki gerast alsamt fleiri. Í dag fært tú upplýsingar um veðrið umvegis landsverk.fo, í útvarpinum ella beinleiðis í fartelefonini umvegis wap tænastuna, har tú fært eitt samlað yvirlit yvir veðrið frá teimum 24 veðurstøðunum hjá Landsverki, harav 14 eisini hava vevmyndatól, soleiðis at til ber at síggja veðrið á fartelefonini. Við hesum ynskir Landsverk at tæna samfelagnum sum best við atliti at ferðslutrygd og framkomuleika í vetrarhálvuni.
Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Latið ferðina taka ta tíð sum krevst, kunnið tykkum um veðrið, áðrenn farið verður avstað í bilinum og haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri.
*ESP: Electronic Stability Control
Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, fartel. 290 881 ella við kunningareindina, fartel. 290 804 ella 290 805.