Ein sokallaður pelabilur úr Noregi, sum felagið "Reitan Vejsikring" eigur og sum Landsverk nú hevur leigað, hevur seinastu vikurnar verið at sæð bæði í Norðoyggjum og í meginøkinum.
Pelabilurin
Pelabilurin er ein heilt serliga útgjørdur bilur, sum Landsverk hevur leigað nakrar ferðir áður til uppsetan av pelum í rabattir.
Ein arbeiðsmaður og 2.350 pelar
Ein maður ger alt hetta arbeiðið einsamallur. Við hesi útgerð í bilinum brúka vit minni enn 5 min. um hvønn pela. Í meðal verða sostatt 120-150 pelar settir upp um dagin. Nógv verður spart í mun til gamla arbeiðsháttin við gravimaskinu, og harafturat er rabattin púra óskalað.
Arbeiðið byrjaði 5. mars og hevur gingið eftir ætlan uttan seinkingar ella trupulleikar av nøkrum slagi. Arbeitt verður í Suðuroy í viku 12, og bilurin fer av landinum aftur hósdagin 22. mars. Tá hevur hann sett niður umleið 2.350 pelar.