Í juli 2004 lat Landsverk nýútbygda parkeringsøkið til Vága Floghavn. Økið fevnir um 3 langtíðarparkeringsøki og eitt stutttíðarparkeringsøki, og er 2500 fermetrar til støddar.
Til tess at bjóða viðskiftafólkum betri tænastu, tá tey nýta langtíðarparkeringsøkið, varð í desember 2004 rakstur og vaktarhald av langtíðarparkeringsøkinum boðið út.
9 tilboð komu inn og Vága Vaktarhald vann lisitatiónina 24. januar 2005.
Tekningin vísur Vága Floghavn við parkeringsøkjum. Gráa økið er stutttíðarparkering. Húðalittu økini eru langtíðarparkeringøkini P1, P2 og P3.