Oyvindur Brimnes er farin frá sum stjóri á Landsverki
Grundað á málið um byggingina av Skúladeplinum í Hovi, hava Oyvindur Brimnes og Innlendismálaráðið avgjørt at enda samstarvið.
Oyvindur Brimnes er tí í dag farin úr starvinum sum stjóri fyri Landsverki.
Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, at Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, fyribils røkir uppgávur stjórans á Landsverki.