14-10-2010
Ovara íbindingin til Streymnes takast burtur
FERÐSLUTRYGD: Arbeiðið at gera frákoyringarbreytir í Streymnesi er liðugt. Í hesum sambandi verður norðara íbindingin tikin burtur fyrst í næstu viku

Fyri at økja um ferðslutrygdina í einum av ferðslutyngstu økjunum í landinum hevur Landsverk gjørt frákoyringarbreytir og nýggjan innkoyringarveg til Streymnes. Harumframt er eisini ein nýggjur busslummi gjørdur.
Streymnes hevur, sum er, tvær íbindingar til sjálva bygdina, meðan Hvalvík hevur havt tvær til havnarøkið og neystini.

Við allar íbindingar er ein øktur vandi fyri ferðsluóhappum, tí hevur Landsverk í samráð við kommununa tikið burtur norðaru íbinding í Hvalvík – til neystini. Norðara íbinding til Streymnes verður tikin burtur í næstu viku. Framyvir verður tað sostatt ein innkoyring til Streymnes í ovara borði.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vækomin at venda tær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tel. 290 881, ella til kunningareindina, tel. 290 805.

Úrslit: