Sambært ferðslulógini skulu akfør við og uttan farm ikki vera hægri enn 4 metrar. Er tørvur á at koyra ella flyta hægri farm enn hetta, skalt tú søkja um loyvi frá Politinum í góðari tíð frammanundan. Hóast hetta, kemur alt ov ofta fyri, at akfør, ið eru hægri enn loyvt er, koyra ígjøgnum tunlarnar. Úrslitið er, at hesi akfør ofta gera skaða á bæði trygdarútgerð, sum eitt nú viftur ella ljós undir loftinum, ella á tunnilin sjálvan.
"Vit síggja ferð eftir ferð, at bummarnir í sjálvum tunnilsportalinum eru koyrdir niður, og onkuntíð hevur eisini útgerðin inni í tunlinum fingið skaða. Tíbetur hevur ongin fólkaskaði verið av hesum enn, men tað kann gerast vandamikið, um útgerð undir loftinum í tunlum er skadd, dettur niður ella er óvirkin, tá hon skal brúkast. At koyra við ov høgum lessi verður allarhelst gjørt av ósketni, tí ongin fer við vilja at seta trygdina soleiðis í vága", sigur Armgarð E. Steinhólm, leiðari av Plan & Ferðslu á Landsverki.
Ávaringarskipan skal steðga ov høgum akførum
Fyri at loysa hendan trupulleika hevur Landsverk nú í samband við dagføringina av hesum tunlum sett upp eina ávaringarskipan uttan fyri Leyna- og Norðskálatunnilin. Ávaringarskipanin ávarar bilføraran, tá akfarið er ov høgt. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum máta hæddina á akførum, áðrenn tey koma til tunnilsmunnan. Er akfarið ov høgt, ávarar skipanin bilføraran við reyðum blunkljósum, men hon ger ikki bara tað. Hon steðgar eisini ov høgum akførum, tí ein bummur fer niður og boð verða send alarmsentralinum.
"Tá ið koyrt verður við akfari, ið er hægri enn loyvt er, við ella uttan farmi, er hetta brot á ásetingar í ferðslulógini, sum kann vera til ampa ella vanda fyri ferðslutrygdina. Tí sær Politiið álvarsamt uppá slík brot. Avleiðingin er vanliga ein bót, men koyrir tú eisini framvið eini ávaringarskipan við reyðum blunkljósum, fært tú umframt bótina eisini eitt klipp í koyrikortið. Er talan um mista inntøku/farm, sum fer fyri skeyti, ella útreiðslur í samband við seinkingar, kann eitt sivilt endurgjaldskrav verða kravt av førara/eigara av hesum akfari. Um skaði ella óhapp stendst av tilburðinum, ella er koyringin til vanda ella ampa fyri aðra ferðslu, leggur Politiið – alt eftir umstøðunum - upp til treytaða ella treytaleysa frádøming av førararættinum, umframt ásettu bótupphæddina, sigur Kári Thorsteinsson, økisleiðari hjá Politinum í Norðurøkinum.
Roynist ávaringarskipanin móti ov høgum akførum væl, fer hon væntandi eisini at verða nýtt ísv. nýbygging og dagføring av øðrum tunlum í landinum.
Vilt tú vita meira um hæddarhindur, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Armgarð E. Steinhólm, leiðari av Plan & Ferðslu á Landsverki, tel. 290 891 ella við kunningareindina á tel. 290 804 ella tel. 290 805.