17-11-2009
Ótøtt vindeygu á Landssjúkrahúsinum
UMVÆLING: Arbeiðið við nýggja klimaskerminum á Landssjúkrahúsinum – sum m.a. umfatar nýggjan klædning, vindeygu og bjálving – hjá íslendska TG Verk hevur gingið eftir ætlan higartil. Eitt nú er meginparturin av nýggju vindeygunum ísettur. Eftir at fakeftirlitið hevur kannað arbeiðið, hevur tað tíverri víst seg, at nýggju vindeyguni bæði trekkja og leka illa. Tí gjørdi Landsverk beinanvegin av at halda aftur hjá arbeiðstakaranum eina peningaupphædd, ið svarar til gjaldið fyri vindeyguni, meðan tey vórðu kannaði.

Hetta kom heldur illa við hjá TG Verk, sum tó bar skjótt at og sendi eitt av vindeygunum til nærri kanningar hjá veitaranum, HS Hansen úr Lem í Danmark.

HS Hansen hevur ein sokallaðan vindtunnil, har vindeyguni kunnu setast undir trýst, og royndirnar vístu, at tey eru sera ótøtt. Landsverk hevur havt tvey eftirlitsfólk á staðnum í samband við royndirnar hjá vindeygaframleiðaranum.

Úrslitið av kanningunum hjá HS Hansen vísti, at vindeygarammurnar eru punkteraðar í samband við fyrireiking til montering av motorum til sjálvvirkandi persiennurnar, sum eru settar upp inni í vindeygarammuni millum innara og uttara rútin. Í samráð við fakeftirlitið varð síðani avrátt, hvussu brekið skuldi rættast. Tá hetta var gjørt, varð vindeygað trýstroynt av nýggjum, og nú sýndi úrslitið, at vindeygað væl og virðiliga helt tey settu krøvini til tættleika.

“Størsti trupulleikin hjá bæði starvsfólkum og sjúklingum á Landssjúrkrahúsinum áðrenn umvælingina, var júst, at vindeyguni trektu og lóku í eyri og seyri. Tí hevði tað verið sera óheppið, um nýggju vindeyguni eisini vóru ótøtt,” sigur Kristian Rasmussen, deildarleiðari á Verkleiðsludeildini hjá Landsverk.

Landsverk hevur nú fingið vissu fyri, at brekini í vindeygunum verða rættað, og afturhildna peningaupphæddin til TG Verk er tí leysgivin aftur.

Samlaða kostnaðarætlanin fyri klimaskermin á Landssjúkrahúsinum er 42 mió krónur, har av vindeyguni við íseting kosta umleið 4,5 milliónir krónur.

Tey, sum vilja vita meiri um umbyggingina av Landssjúkrahúsinum, kunnu venda sær til Kristian Rasmussen, deildarleiðara á verkleiðsludeildini, á tlf. 540 851 ella til kunningina á tlf. 540 804 og 540 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: