Leynatunnilin: Arbeiðið við at seta upp eina orkusparandi ljósskipan í Leynatunlinum er nú liðugt. Sparingin liggur í, at ein partur av ljósskipanini slóknar, um ongin bilur hevur verið í tunlinum í 30 sekund. Um náttina kann orkusparingin koma upp í 90 prosent.
Sum fyrsti vegamyndugleiki í Norðurevropa hevur Landsverk sett upp eina orkusparandi ljósskipan í einum tunli. Arbeiðið við hesi skipanini, sum er keypt úr Kanada, er nú liðugt.
Ein serlig "følaraskipan" er sett upp í og uttan fyri Leynatunnilin, soleiðis at ljósið í tunlinum tendrar, tá bilar nærkast tunnilsmunnanum og slóknar aftur, tá ið eingin er inni í tunlinum. Ljósið verður tó ongantíð heilt sløkt, men dempað niður.
Fyri at minka um ampan við at koyra í tunnilin í dagslýsi, so lýsa øll fýra dioduljósini í hvørjari lampu um dagin, meðan tað er nóg mikið við trimum ljósum um náttina.
Ein fyrimunur við teimum orkusparandi dioduljósunum er, at tey tendra og sløkkja beinanvegin.
Sæð í mun til streymnýtsluna í hinum tunlunum í landinum, sum hava vanliga ljósskipan, væntar Landsverk við hesum tiltaki í Leynatunlinum at spara upp í 90 prosent av streymnýtsluni um náttina, tá tað bara eru dioduljósini, sum lýsa í Leynatunlinum og lítil og eingin ferðsla er. Um dagin er framvegis neyðugt eisini at hava tey traditionellu gulu ljósini tendraði.
Fyrimunurin við at byrja við Leynatunlinum er, at hann er so stuttur, og tí er íløgan avmarkað. Um royndirnar verða góðar og hetta kemur at svara seg fíggjarliga, verður skipanin uttan iva gjørd í øðrum tunlum.
Um nakar ynskir at fáa meir at vita um hetta evnið, ber til at seta seg í samband við Heina Eysturoy, deildarleiðara á vegadeildini, á tlf. 290881.