Sum nógv hava lagt til merkis er eisini ljós komið í Leynartunnilin og ikki bara vanligt ljós, men ein heilt serlig orkusparandi og umhvørvisvinarlig ljósskipan, sum Landsverk nú royndarkoyrir í júst Leynatunlinum.
Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman av vanligum ljósi, sum verður nýtt í øllum øðrum tunlum í landinum, og dioduljósi. Dioduljósið er orkusparandi og umhvørvisvinarligt, og er hetta fyrstu ferð, at slíkt ljós verður roynt í føroyskum tunli.
Enn eitt orkusparandi tiltak
Í komandi viku verður so farið undir enn eitt orkusparandi tiltak við ljósskipanini í Leynatunlinum.
Ein fyrimunur við teimum orkusparandi dioduljósunum er, at tey tendra og sløkkja beinanvegin, meðan tey vanligu ljósini mugu hitast upp, áðrenn tey lýsa við fullari styrki. Møguligt er at sløkkja dioduljósini, tá ið eingin er í tunlinum og tendra tey aftur beinanvegin, tá ið akfør nærkast tunlinum.
Ein serlig "følaraskipan", verður í komandi viku sett upp inni í og uttanfyri Leynatunnilin, soleiðis at ljósið í tunlinum tendrast, tá ið bilar nærkast tunlinum og slóknar aftur, tá ið eingin er inni í tunlinum. Av trygdarávum verður ljósið tó ongantíð heilt sløkt, men dempað niður í 1/3.
Sæð í mun til streymnýtsluna í hinum tunlunum í landinum, sum hava vanliga ljósskipan, væntar Landsverk við hesum tiltaki í Leynatunlinum at spara upp í 90% av streymnýtsluni um náttina, tá tað bara eru dioduljósini, sum lýsa í Leynatunlinum og lítil og eingin ferðsla er.
Tunnilin stongdur um næturnar
Meðan arbeiðið at tillaga ljósskipanina fer fram í Leynatunlinum, er tunnilin stongdur fyri ferðslu um náttina frá mánadegi 12. apríl og umleið fýra nætur fram millum klokkan 22.00 og 06.00. Tó sleppur ferðslan gjøgnum tunnilin kl. 24.00, 02.00 og kl. 04.00.
Ynskir tú at fáa meir at vita um hetta evnið, ber til at seta seg í samband við Heina Eysturoy, deildarleiðara á vegadeildini, á tlf. 290881.