19-05-2011
Opið hús á Landsverki

MÓTTØKA: Í sambandi við, at Ewald Kjølbro herfyri tók við sum stjóri á Landsverki, bjóðar stovnurin almenninginum, samstarvsfeløgum, fjølmiðlum og øðrum áhugaðum til móttøku og opið hús á Tinghúsvegi 5 í dag, hósdag 19. mai, frá klokkan 15-17.

Fyri einum góðum mánaði síðani, fríggjadagin 8. apríl, tók Ewald Kjølbro við sum stjóri á Landsverki. Hann hevði tá verið virkandi stjóri síðani november 2010, eftir at fyrrverandi stjórin var farin frá.

Ewald Kjølbro er 47 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini hjá Landsverki í 2001, og á vári 2009 gjørdist hann eisini leiðari av bygningadeildini.

Áðrenn Ewald Kjølbro kom á Landsverk, arbeiddi hann innan byggi- og anleggsvinnuna í Danmark, har hann bæði hevur fingist við byggileiðslu, projektleiðslu og projekteringsleiðslu.

Umframt útbúgving sum byggiverkfrøðingur hevur Ewald Kjølbro tikið HD og er í løtuni í ferð við at taka ein yvirbygning í HD innan roknskap og fíggjarstýring.

Í sambandi við móttøkuna verður møguleiki fyri at síggja høvuðsskrivstovnuna hjá Landsverki, sum er nýliga umvæld og nýtímansgjørd.

Um nakar ynskir at vita meira ber til at ringja til samskiftistænastuna á tlf. 290 804/805.

Úrslit: