03-12-2009
Omanlop í Hvalba

Nógva regnið í gjár hevði við sær, at eitt omanlop leyp úr einum bakka í Hvalba umleið klokkan 22 í gjárkvøldið. Hetta hendi Úti í Rætt í Hvalba, á Sandvíkarvegnum. Ein maskina hjá Landsverki fór skjótt aftaná undir at rudda omanlopna tilfarið av vegnum.

Sambært Asbirni Mortensen, økisleiðara fyri Suðurøkið hjá Landsverki, var fyrst og fremst talan um mold, sum kom oman á vegin orsakað av bloti frá tí nógva regninum í gjárkvøldið.

Tey, sum vilja vita meir um omanlopið í Suðuroynni, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegdeildini hjá Landsverki, tlf. 540 881, ella til kunningardeildina á tlf. 540 804, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: