Klokkan 20.30 í gjár, fekk økisformaðurin hjá Landsverki í Norðoyggjum eina uppringing um at tað hevði verið skriðulop á Viðareiðisvegnum. Ein stórur steinur lá á vegnum. Eingin skaði var og steinurin tarnaði ikki ferðsluni.
Økisformaðurin fór beinanvegin á staðið, og fekk burturbeint steinin, sum varð mettur at viga 1-2 tons.
Tað hendir viðhvørt at gróp kemur oman á vegirnar. Har, sum tað er mest ábart er vegurin tryggjaður, og Landsverk metir alla tíðina um hvørt neyðugt er við serligari verju móti omanlopi.