Tað var um hálvgunn 6-tíðina í gjárkvøldið, at Landsverk fekk boð um, at grót var komið oman á vegin millum Langasand og Haldórsvík, so at tað ikki var koyrandi millum bygdirnar.
Fólk frá Landsverki komu á staðið stutt eftir, og tey kundu staðfesta at umleið 60 tons av grótið vóru komin oman á landsvegin einar 100 metrar sunnanfyri brúnna um Fossá. Nógvir stórir steinar vóru í grótrúgvuni, og vigaði tann tyngsti umleið 18 tons.
Landsverk fekk skjótt rudda so mikið av grótinum burtur, at ferðslan slapp ígjøgnum. Um 9-tíðina í gjárkvøldið vóru teir lidnir at rudda.
Staðfest er, at grótið, sum kom oman á vegin í gjárkvøldið er lopið úr einum hamara einar hálvthundrað metrar oman fyri landsvegin. Fólk frá Landsverki fara nú at kanna staðið har tað leyp nærri fyri at vita, um nakað kann gerast fyri at tryggja staðið.
Sambært fólkum, sum hava arbeitt á Landsverki í mong ár, er tað sera óvanligt at so stórt grót kemur oman á landsvegin. Grótið var somikið stórt, at eitt trygdarhegn, eins og tað, sum er sett upp á Tjørnuvíkarvegnum hevði neyvan lofta omanlopinum.