26-01-2010
Omanlop á Syðradalsvegnum
OMANLOP: Nógva regnið í gjár hevur havt við sær, at eitt omanlop hevur verið á Syðradalsvegnum, Streymoy, í morgun. Landsverk er á staðnum og ruddar vegin. Vegurin er fyribils stongdur og væntast opin aftur sum vanligt seinni í dag

Tað var um hálvgunn 8-tíðina í morgun, at Landsverk fekk boð um, at grót var komið oman á Syðradalsvegin (Streymoy).

Fólk frá Landsverki eru á staðnum og rudda upp tað, ið komið er á vegin, so at ferðslan aftur kann koyra sum vanligt.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv er komið oman á vegin. Tey, sum vilja vita meir um omanlopið á Syðradalsvegnum, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegdeildini á Landsverki, tlf. 540 881.

Úrslit: