10-01-2008
Óhappið í Norðskálatunlinum

Í gjár, mikudagin 9. januar umleið kl. 15.30, kom eldur í útgerð hjá arbeiðstakara miðskeiðis inni í Norðskálatunlinum.

Vandamikil støða
Ein maður hjá Landsverki var á staðnum og arbeiddi uttanfyri, og skipaði soleiðis fyri, so skjótt sum hann fekk boðini um trupulleikan frá einum bilførara, at ferðslan var steðgað, áðrenn hon fór inn í tunnilin Norðskálamegin, og fekk vent 3-4 bilum, sum vóru inni í tunlinum eystanfyri eldsbrunan. Hevði tað ikki eydnast at steðga ferðsluni og fáa teir 3-4 bilarnar út tá, hevði støðan verið lívshættislig.

"Speeda upp" í staðin fyri at venda við
Nógvur roykur var í tunlinum, tá ið okkara maður fekk boðini frá einum bilførara um eldin. Hóast hetta vóru tað kortini fleiri bilar, sum hildu áfram at koyra gjøgnum tunnilin. Hetta er tíverri ein atferð, sum er sæð áður, at tá ið eitt nú roykur er í einum tunli, so reagera fólk ofta við at seta ferðina upp og skunda sær gjøgnum roykin í staðin fyri, sum rætt er, at venda við aftur. Eisini hava vit fleiri ferðir upplivað, at tá ið reytt ljós t.d. lýsir uttan fyri ein tunnil og ávara verður um ikki at koyra inn í tunnilin, so hava nógv fólk ikki givið hesum gætur, sjálvt um vit vita, at tað kann vera lívshættisligt at koyra ígjøgnum ein tunnil, sum er fullur av royki ella bilosa.



Faldari um trygga atferð, tá ið koyrt verður í tunli
Landsverk gjørdi í oktober mánaði ein faldara um trygga atferð í tunlum, sum vit vilja heita á allar bilførarar um at lesa og kanska hava tøkan í bilinum. Faldarin kann heintast her: Tunnilstrygd.pdf(1,03 MB)

Óhappið verður kannað víðari
Hjá Landsverki kanna vit í løtuni sjálva hendingina niður í smálutir, og skulu hava fund við bæði arbeiðstakara og Brunaumsjón Landsins seinni í dag, har allar mannagongdir verða gjøgnumgingnar, soleiðis at vit tryggja, at tílíkt ikki hendir aftur.

Úrslit: