05-07-2024
Stórur almennur og politiskur áhugi er fyri nýggjastu temabløðunum úr Samferðsluætlanini
Síðani vit løgdu fram um temabløðini, Ábær ferðsla og Ferðafólkaferðsla, tann 18. juni í Smæruni, hevur Landsverk fingið fleiri áheitanir um at koma at greiða frá um, hvussu vit betra umstøðurnar fyri fólk til gongu og á súkklu, og hvussu vit best skipa stóru ferðafólkaferðsluna á burðardyggum grundarlagi.