07-06-2016
Nýggj hvalbiarfarleið boðin út til prosjekteringar
VERKÆTLAN: Fríggjadagin í farnu viku varð prosjekteringin av eini nýggjari hvalbiarfarleið boðin út. Tunnilin, sum verður um 2.050 metrar til longdar, verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba. Somuleiðis skulu tilsamans 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegum gerast, har talan bæði verður um at gera nýggjar vegir, eins og at dagføra verandi vegir, sum verða partar av verkætlanini.