FERÐSLUTRYGD: Komandi vikurnar verða ábøtur gjørdar í Hvalbiartunlinum, sum hava til endamáls at økja um ferðslutrygdina í tunlinum.
Til tíðir er norðari endi í Hvalbiartunlinum sera vátur. Hetta er serliga trupulleiki um veturin, tá frost er, og glerpípur koma at hanga í loftinum. Hetta kann elva til vanda fyri ferðsluna, um glerpípur loysna og raka bilar, ið koyra ígjøgnum.
Vandi kann eisini standast av, at grót loysnar undan loftinum orsakað av frosti ella vætu.
Tunnilsliðið hjá Landsverki er farið í gongd við at umvæla hetta økið. Í løtuni verða partar av norðara enda í Hvalbiartunlinum, har flest lekar eru, og har grót fyrr er dottið undan loftinum, gjøgnumgingnir og umvældir.
Fyri at tryggja loftið móti leysum gróti verða boltar settir í loftið, ið síðani verða dekkaðir til við dúki og í neyðugum førum bæði dúki og stálfiburbetongi. Síðani verður vatnverja sett upp, sum skal forða vatni í at renna á vegbreytina.
Arbeiðið, sum verður gjørt í Hvalbiartunlinum hesaferð, er framhald av tí arbeiði, ið hevur verið í gongd seinnu árini, og sum hevur til endamáls at økja um ferðslutrygdina í tunlinum.
Landsverk metir, at hetta verður liðugt 7. oktober, tá heystfrítíðin byrjar.
Um nakar ynskir at vita meira um arbeiðið í Hvalbiartunlinum, ber til at ringja til Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðara á Landsverki, tlf. 290882, ella til samskiftistænastuna, tlf. 290804/805.