HÁLKA: Fyrsta kavadøgnið hendan veturin hevur fyribils spælt væl av. Landsverk hevur í hesum sambandi gjørt royndir við øðrvísi salting og eini nýggjari fráboðanarskipan, sum ger vetrahaldið meira virkisført.
Í gjár komu fyrstu kavaflykrurnar niður, og í nátt legðist rættiligur kavi um alt landið. Hetta merkti sjálvandi, at maskinur og fólk í vetrarhaldinum hjá Landsverki fóru aftur í sving. Tó er ikki so nógvur kavi komin niður nakrastaðni, at neyðugt hevur verið at grava. Hinvegin var neyðugt at salta, og hetta arbeiðið fór í gongd í gjárkvøldið og aftur í tíðliga í morgun.
Landsverk er í ferð við at royndarkoyra eina nýggja skipan at fyribyrgja hálku. Í staðin fyri at salta við turrum salti, er stovnurin farin undir royndir við at gera saltlaka, sum inniheldur 23 prosent av salti, meðan restin er vatn. Tískil eru stórir møguleikar í nýggju skipanini at spara upp á saltmongdina.
Fyribils hava bert tvey akfør neyðugu útgerðina at leggja út saltlaka, men um royndirnar eydnast væl – og tað roknar Landsverk við – verður helst bert saltað við laka í framtíðini. Aðrastaðni í Evropa og í USA, ið hava mundandi lægri vetrartemperaturar, enn vit hava, eru royndirnar góðar við saltlaka. Útlitini eru sostatt góð fyri, at hetta eisini fer at roynast væl í Føroyum.
Landsverk hevur somuleiðis royndarkoyrt eina nýggja og tryggari fráboðanarskipan. Skipanin nevnist “Vinterman”, ið gjøgnum sms-fráboðanir frá maskinførarum miðsavnar upplýsingar og skapar harvið eitt fullkomið yvirlit yvir teir vegateinar, ið eru saltaðir ella skulu saltast. Hetta ger vetrarhaldið bæði tryggari og meiri virkisført. Sum frálíður er ætlanin, at øll tey umleið 15 akførini hjá Landsverki, ið salta vegirnar, skulu hava útgerð at leggja út saltlaka.
Um nakar vil vita meira um hetta málið, ber til at ringja til Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðara, tlf. 290 882, ella til Kunningina á Landsverki, tlf. 290 804 og 290 805, ið kann vísa til rætta viðkomandi.