08-11-2007
Nýtt álit um bygdanøvn í Føroyum

Tað var síðst í 70 árunum, at vit á fyrsta sinni í Føroyum settu bygdaskelti við landsveg. Ein arbeiðsbólkur avgjørdi, hvussu stavsetingin/navnaformurin á vegskeltunum skuldi verða. Navnaformurin samsvaraði tá við tann á bygdanøvnunum á máliborðsbløðum (kortum).

Síðani hava røddir verið frammi av og á, har heitt hevur verið á myndugleikarnar um at endurskoða og møguliga broyta onkrar stavsetingar. Síðstu árini er hendan áheitanin vorðin alsamt meira staðilig, men málið hevur líkasum onga adressu havt. Í februar í ár tók Landsverk uppgávuna til viðgerðar, eftirsum Landsverk hevur ábyrgd av skeltunum við landsvegin.

Nevndin mælir til ávísar broytingar
Landsverk setti eina 5-mannanevnd at endurskoða og skriva eitt tilmæli um navnaformar á vegskeltum. Í nevndini hava sitið 3 málfrøðingar frá Fróðskaparsetri Føroya umframt eitt umboð fyri Landsverk og eitt fyri almenningin. Nevndin hevur nú gjøgnumgingið øll bygdanøvn, og í einum áliti mælt til at broyta nøkur.

Álitið til hoyringar í 3 mánaðir
Samlaða álitið, sum kann heintast her, verður nú lagt til hoyringar á heimasíðuni hjá Landsverki. Næstu 3 mánaðirnar eru øll vælkomin at senda Landsverki viðmerkingar umvegis teldupostin lv@lv.fo

Viðmerkingarnar verða síðan aftur viðgjørdar í nevndini, áðrenn endalig niðurstøða verður gjørd.

Úrslit: