STJÓRASKIFTI: Síðani stjórin á Landsverki fór frá fyri góðum tveimum vikum síðani, hevur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, røkt starvið sum virkandi stjóri á stovninum. Saman við aðalstjórastarvinum er hendan uppgávan so mikið stór, at Rúni Joensen í samráð við landsstýriskvinnuna nú hevur valt at tilnevna ein annan virkandi stjóra á Landsverki, til fastur stjóri verður settur væntandi áðrenn jól.
Tað er leiðarin á havnadeildini og bygningadeildini hjá Landsverki, Ewald Kjølbro, sum frá í dag er virkandi stjóri á stovninum.
Ewald Kjølbro er 46 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini hjá Landsverki í 2001, og á vári í fjør gjørdist hann eisini leiðari á bygningadeildini. Áðrenn Ewald Kjølbro kom á Landsverk, arbeiddi hann innan byggi- og anleggsvinnuna í Danmark, har hann bæði hevur fingist við byggileiðslu, projektleiðslu og projekteringsleiðslu.
Umframt útbúgving sum byggiverkfrøðingur hevur Ewald Kjølbro tikið HD og er í løtuni í ferð við at taka ein yvirbygning í HD innan roknskap og fíggjarstýring.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta málið, ber til at ringja til Ewald Kjølbro á tlf. 290861 ella til kunningareindina á tlf. 290804.