20-07-2012
Nýggjur tyrlupallur á Kirkju

LOFTFERÐSLA: Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera nýggjan tyrlupall á Kirkju í Fugloy. Gamli pallurin leyk ikki treytirnar hjá loftferðslumyndugleikunum, og tí var neyðugt við nýggjum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og mikudagin var avhending av nýggja tyrlupallinum

Afturat nýggjum palli er gjørt avgreiðsluhús við bíðirúmi og øðrum hentleikum til ferðafólk.

Okkurt smávegis arbeiði er eftir at gera, men Landsverk hevur fingið fyribils góðkenning av tyrlupallinum frá Trafikstyrelsen, sum er loftferðslumyndugleiki. Tískil er regluliga flúgvingin á Kirkju tikin uppaftur.

Eftir summarfrítíðina skal tyrlupallurin endaliga sýnast og góðkennast av Trafikstyrelsen. 

Kostnaðurin á nýggja tyrlupallinum á Kirkju liggur um tríggjar milliónur krónur.

Fakta um tyrlupallin:
Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskir ráðgevar: Sp/f HMP Consult og Sp/f Viggo A. Hansen (el-verkfrøðingur)
Arbeiðstakari: Sp/f Norðhús

Úrslit: