03-07-2008
Nýggjur starvsfólkaleiðari

Landsverk hevur fingið nýggjan starvsfólkaleiðara. 1. juli tók Elsa Johanna Høgenni við sum starvsfólkaleiðari fyri Fanny M. Petersen, sum er blivin menningarleiðari hjá Eik.

Elsa Johanna Høgenni er 45 ára gomul. Hon hevur útbúgving sum vinnulívsverkfrøðingur frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

Hesi seinastu tvey árinini hevur hon arbeitt sum verkætlanarleiðari í Føroya Banka, har hon hevur tikið sær av menningaruppgávum.

Nýggi starvsfólkaleiðarin hjá Landsverki er ættaður úr Hoyvík og er í dag búsitandi í Havn.

Úrslit: