Broytingar verða gjørdar í leiðsluni á Landsverki frá árskiftinum, tá Mikkel Heide Frandsen, sum seinastu tvey árini hevur verið rakstrarleiðari á deildini fyri infrakervi, tekur við sum leiðari á framleiðsludeildini. Verandi leiðari á framleiðsludeildini, Torkil Olsen, kom í starv á Landsverki í 2001, og hevur verið leiðari síðani 2006. Hann fer nú í nýtt starv á verkætlanartoyminum fyri stóru verkætlanina við Marknagil, har spakin eftir ætlan verður um stutta tíð.
Nýggi leiðarin á framleiðsludeildin er útbúgvin sivilverkfrøðingur á universitetinum í Ålborg í 1998. Áðrenn 39 ára gamli Mikkel Heide Frandsen kom á Landsverk í 2007, starvaðist hann fyrst fýra ár í Århus kommunu, har hann arbeiddi við ferðsluplanlegging, og síðani fýra ár sum leiðari fyri býarplanleggin í Nuuk kommunu.
Høvuðsuppgávan hjá framleiðsludeildini er at framleiða og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir, einstaklingar og egna nýtslu. Eisini verða jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í sambandi við eitt nú tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.
Í sambandi við umskipanina av størvunum á Landsverki verður í næstum søkt eftir nýggjum rakstrarleiðara til deildina fyri Infrakervi.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Ewald Kjølbro, stjóra, tlf. 290 801, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804.