21-12-2010
Nýggjársbál og brennandi blikk fram við landsvegi

Nýggjársaftan: Fyri tey, sum ætla sær at brenna bál ella seta brennandi blikk upp nærhendis landsvegi nýggjársaftan, er neyðugt at fráboða Landsverki í seinasta lagi á middegi hósdagin 23. desember.

Treytirnar eru hesar:

 

  • fyrst og fremst má veðrið verða til vildar, og bálbrenningin skal verða gjørd við skynsemi. Til dømis má ættin ikki gera so, at neistar og annað koma inn yvir vegin
  • bál skulu vera í minsta lagi 50 metrar frá landsvegnum
  • blikk skulu verða so langt vekk frá koyribreytini sum til ber og í minsta lagi 1 metur frá kantinum á koyribreytini
  • blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa. Harafturat má tryggjast, at brennievni ikki rennur úr blikkunum
  • vegaøkið skal verða ruddað skjótast gjørligt dagin eftir
  • ábyrgdarpersónur – við navni og telefonnummari – skal vera uppskrivaður hjá Landsverki
  • umframt hetta skulu øll onnur loyvi vera í lagi. Til dømis fráboðanir til myndugleikar, sløkkilið og onnur viðkomandi
  • virksemi í samband við bálið má ikki tarna ferðsluni á landsvegnum ella vera til ampa fyri parkeraði akfør
Hesar treytir eru settar fyri at ferðslan og ferðslutrygdin á landsvegunum ikki hevur ampa av nýggjárshaldinum.

Fráboðan skal sendast til ds@lv.fo ella við at ringja á tlf. 340 800.

Landsverk

Úrslit: